Tú hevur kanska hoyrt søguna um bumsin, sum fór til Colgate* og vildi selja eitt uppskot fyri nógvar hundra túsund krónir, sum hann tryggjaði teimum var idiotsikkurt og fór at økja søluna á tannkremi fleiri ferðir. Hugskotið var sera einfalt; ger holið, tannkremið kemur úr ein millimetur breiðari, so kemur meira úr hvørja ferð brúkarin skal busta tenn, og tuban verður skjótari uppi. Tada, simpult og ikki ólóligt. Men hvat so við okkum brúkarum? Vit vita jú ikki hvat gongur fyri seg, og kenna okkum tí nú snýttan.
Tað seinasta dømið av hesum slag er Tyggigummiið Stimorol. Sum tann misbrúkarin av júst hesum tyggigummimerkinum eg eri, havi eg lagt merkis til, at tað fyrr vóru 12 tyggigummi í hvørjum pakka av tí klassiska slagnum. Men so knappuliga broyttist designið eitt sindur, og ein gul stjørna dukkaði upp í høgra hornið, sum segði "New refreshed taste!" Eg lat ein slíkan, nýkeyptan pakka upp, og hugsaði at tey sýntust tjykkri enn áður, og hugdi tí at baksíðuni, fyri at síggja júst tað, eg hevði vænta. Stimorolpakkarnir høvdu nú 10 tyggigummi í, í staðin fyri tey 12 sum vóru í áðrenn! Sera gjøgnumtonkt. Sama mongdin av tyggigummi (pakkin er ikki vorðin styttri), men pakkin verður skjótari uppi!
Uppskot: brúka bara eitt hálvt tyggigummi í senn! Á tann hátt kann man siga fokkjú við Stimorol-mennirnar, og í staðin brúka tvífaldu tíðina uppá ein pakka, tí tyggigummiini eru somikið tjúkk at eitt hálvt fyllir líka nógv í munninum sum eitt heilt av teimum gomlu.
*Eri ikki vís í at tað var Colgate, havi ikki research'að tað