01-08-2010 Vina mín
Tankarnir leita sær til filmsrøðina Shrek. Listævintýrið um grøna skapilsið, sum roynir at bjarga eini prinsessu. Pallmyndin, har ið Shrek stríðist við seg sjálvan, hvørt hann skal fortelja Violu, hvørjar kenslur hann hevur fyri henni ella ei. Hann letur eina blómu taka avgerðina fyri seg. Eitt blað fyri og annað eftir verður skrætt av blómuni: Skal, skal ikki, skal, skal ikki... Fyri kortum var hetta eisini roynt við eini føroyskar summardái: te quiero mucho, te quiero poquito, te quiero nada. Løtt í huga, skræddi eg eitt og eitt blað av, meðan eg teskandi ramsaði orðini fram fyri mær sjálvari. Seinasta blaðið, ið bleiv rivið av segði: te quiero mucho. Blóman staðfesti sannleikan! Men hvat nú, um ramsan ikki hevði endað við ,,te quiero mucho”? Hevði okkara vinarliga so enda? Mítt svar er so bumsnei. Vit eru vinkonur fyri lívið – tú og eg! Eingin frástøða, einki tíðarskeið, eingin drongur kann skilja okkum sundur hvør frá aðrari. Eg kundi blivið við: einki stríðsmál, missnøgd, øvund. Vilt tú hava meir? Pengar, skomm og gerðir. Stutt sagt kann ikki nakað sum helst skilja okkum báðar sundur. Vónandi fara vit báðar hvør í sínum lagi eina ferð í framtíðini at lova dreingi okkara ævigan trúskap. Ganga við ringi, sum prógvar, at vit hoyra saman við viðkomandi. Eg og tú hava ongar ringar, fyri at prógva okkara vinarlag. Bara rólig, tað ger einki – eg vil altíð vera hjá tær kortini. Tí sum sagt, einki kann slíta okkara sterka vinarband.   Xoxo