Eg eiti Barbara Vang, og eri 17 ár. Eg gangi í studentarskúlanum í Hoydølum. Árðenn tað havi eg verið á tónleikaeftirskúla í Danmark í eitt ár. Eg eri uppvoksin í Danmark. Tá eg havi frí geri eg eitt sindur av hvørjum. Eg havi m.a verið skóti í meira enn 11 ár. Annars dámar mær væl at fáast við eitthvørt kreativt, so sum at mála, tekna, taka myndir, skriva og lurta eftir og spæla eitt sindur tónleik, og so havi eg annars eisini stóran áhuga fyri list og litteratur.

 

 

 

 

 

 

 

Eg eiti Astrid Mohr og eri 16 ár. Eg gangi í 1.g í Hoydølum. Mær dámar væl at taka myndir, lurta eftir tónleiki, vera saman við vinum osfr. Og annars bara at gera onki.
Yndis tónleikur: Mær dámar næstan allan tónleik. Tað er ikki ordiliga sjangran, meira kvaliteturin á tónleikinum, ið telur. Men av bólkum sum mær dámar ordiliga væl eru t.d. Queen, Sic, Placebo, Muse, blink-182, Hellogoodbye, og ymiskt, ið eg finni á myspace. Eg eri ikki so ræðuliga fyri
útvarps-hittunum, tí tey blívi eg beinanvegin troytt av. Eisini sangir við
meiningsleysum tekstinnihaldið dámar mær ikki so væl.
Yndis filmar: Mær dámar eisini næstan allar filmar, men allarbest dramafilmar og komediur. Mínir yndis eru t.d. Wayne's World 1 & 2, Ace Ventura 1 & 2, Tim Burton-filmar, Hitchcock-filmar, The Butterfly Effect, Angel-A, The Number 23, The White Oleander, bara fyri at nevna nakrir heilt
fáir. Mær dámar ikki so væl gysarar uttan eina søgu aftanfyri. Meiningsleysir zombie-filmar, til dømis, eru tað ringasta, eg veit um! Og filmar ið bara eru og ljósareyðir og typiskt-amerikanskir, teir dámar mær ikki nakað serligt.