Vinnarin av myndakappingini er funnin

 

 

Tað er 16 ára gamla Gunnhild Persson, sum hevur tikið vinnaramyndina.

 

Myndin er tikin í garðinum hjá vinkonuni ein dagin tíðliga í summar. Síðan er hon viðgjørd við Photoshop.

 

Grundgeving hjá dómarunum: Hjørtuni góvu summarsligu myndini tann serliga unga vinkulin, tí tað eru ofta hjørtu í luftini um summarið.

 

Gunnhild vann 2 vikuskiftispass til Summarfestivalin, og vit ynskja henni hjartaliga tillukku og ein góðan Summarfestival!