![]() |
Vit kenna talentið Annu Nygaard frá x-factor kappingini 2010. Hon hevur verið nógv umrødd, bæði í sjónvarpi og útvarpi, her heima og uttanlands. Vit síggja ofta lýsingina ”ger møguleika til veruleika”, og tað kunnu vit einki annað enn siga, at dreymurin hjá Annu, er vorðin veruleiki.
Vit, Harald og Sasho hava lagt alt frá okkum, og hava leitað okkum niðan í okkara vakra Norðurlandahús í Tórshavn, har Anna Nygaard hevur konsert.
Hetta var sjálvandi í tí stóra salinum, sum var næstan fullsettur tá Anna setti tónleikaframførsluna í gongd sman við X Orchestra, sum lyfti konsertina á eitt sera høgt støði.
Konsertin varð býtt upp í tveir partar, har Anna í fyrra partinum leiddi áhoyrararnar ígjøgnum sína tíð í X Factor.
Hon sang øll løgini úr hennara ferð í X Factor, so sum ” You Know I'm No Good" hjá Amy Winehouse, “Whatever Happens" hjá Michael Jakson, “Fighter" hjá Christina Aguilera, “American Boy" hjá Estelle feat. Kanye West og ”Tomorrow Never Dies" hjá Sheryl Crow.
Seinna partin av tónleikaframførsluni sang Anna nøkur av sínum yndisløgum hjá heimskendum songkvinnum, eitt nú hjá Amy Winehouse og Duffy.
Harumframt sang hon sangir av nýggju fløguni Because I want to, ið kemur á marknaðin komandi mánadag.
Konsertin í Norðurlandarhúsinum endaði við tí vælkenda lagnum Walking on fire. Tá ið sangurin var liðugur vóru áhoyrarnir bergtiknir og klappaðu so hart at tað rungaði í Norðurlandahúsinum.
Ein kona segði at konsertin var so góð at hon spenti allar sínar vøddar, tá ið Anna sang við síni vøkru rødd.
Vit møttu Annu Nygard eftur væl eydnaða tónleikaframførsluna og spurdu vit hvussu hon helt konsertin eydnaðist og svaraði hon ”eg haldi at øll framførslan eydnaðist sera væl, hetta er jú eisini fyrstu ferð, at eg haldi eina framførslu í Norðurlandarhúsinum og hesa framførsluna fari eg at minnast fyri altíð”.
Anna var sera nøgd við sínu fyrsru framførslu og vóru áhoyrararnir ikki minst eisini.
Frá okkara síðu var hetta ein av teimun bestu tónleikaframførslunum sum vit hava verið til.
Vit gleða okkum at hoyra Annu aftur.
Sasho M. Bjartsson og Harald Joensen
30.05.2010