Við verkætlanini 'Tú hevur rætt!' vil Barnabati gera vart við umstøður og rættindi hjá børnum í Føroyum. Við hesum fyri eyga, er farið undir eitt umfatandi arbeiði, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at upplýsa børnum í Føroyum um rættindi teirra.
Verkætlanin og arbeiði, sum skal gerast í sambandi við verkætlanina, tekur støði í ST-sáttmálanum um barnarættindi. Hesin sáttmálin gevur eina algilduga lýsing av, hvørji rættindi eiga at vera galdandi fyri øll børn.
Barnarættindasáttmálin sigur greitt, hvørji virði vit eiga at raðfesta í lívinum hjá børnum, at børn hava sjálvstøðug rættindi eins og vaksin og eiga at verða tikin við og hoyrd, tá ið avgerðir verða tiknar, sum ávirka tey og umstøður teirra.
Barnarættindasáttmálin tekur harumframt støði í, at barndómurin hevur virði í sær sjálvum, at børnum tørvar vernd, og at børn hava grundleggjandi borgarlig, búskaparlig, politisk, sosial og mentanarlig rættindi.
Í sær sjálvum tryggjar barnarættindasáttmálin ikki rættindini hjá børnum, men sáttmálin er eitt gott amboð í arbeiðinum at tryggja øllum børnum rættin til eitt gott lív.
Virðing fyri barnsins rættindum er grundleggjandi aðalreglan í arbeiðinum við verkætlanini »Tú hevur rætt!«.
Tú hevur rætt!
Vanliga fatanin er, at føroysk børn hava tað gott. Og tað er sum so eisini rætt. Men eins og í øllum øðrum samfeløgum eru tað børn í Føroyum, hvørs grundleggjandi rættindi ikki verða vird. Hetta eiga vit ikki at góðtaka, og tí er neyðugt alla tíðina at vísa á, at øll børn í Føroyum hava nøkur grundleggjandi rættindi, ið skulu virðast.
Í grannalondum okkara verður eitt miðvíst arbeiði gjørt fyri at tryggja rættindini hjá børnum. Her heima hjá okkum verður ikki stórvegis gjørt fyri at vísa á og tryggja rættindini hjá børnum okkara. Tí kann ein verkætlan sum hendan verða við til at slóða fyri og vísa á, at umráðandi er, at vit sum samfelag seta rættindini hjá børnum á dagskránna.
Tá ið arbeitt verður við at betra um umstøðurnar og tryggja tey grundleggjandi rættindini hjá børnum, ber til at arbeiða á nógvum ymiskum økjum. Við hesi verkætlan ætla vit at vísa, at ein háttur at tryggja børnum teirra grundleggjandi rættindi er at gera børnini tilvitað um, hvønn rætt tey hava í samfelagnum, og styrkja tey í at krevja sín rætt.
Undirvísingartilfar
Saman við Bókadeildini hjá Lærarafelagnum hava vit framleitt undirvísingartilfar til allar næmingar í føroyska fólkaskúlanum. Vit hava gjørt tilfarið í 3 ymiskum útgávum, har atlit verður tikið til aldurin og menningarstøðið hjá næmingunum. Hetta tilfar er sent út til allar fólkaskúlar.
Undirvísingartilfarið greiðir børnum frá, hvørji rættindi tey hava. Tilfarið er upplýsandi og eggjar til samrøðu, kjak, støðutakan, tilvitan, umhugsni og innlit.
Undirvísingartilfarið tekur støði í teimum umstøðum, føroysk børn kenna, og lýsir teirra gerandisdag við atliti til barnarættindasáttmálan.
Ein læraraleiðbeining er eisini gjørd, og er hon at finna undir teiginum undirvísing her á portalinum. Læraraleiðbeiningin greiður frá barnarættindasáttmalanum
Í samband við arbeiði at gera undirvísingartilfarið, hava vit eisini fingið barnrættindasáttmálan hjá ST umsettan til føroyskt.
Ungdómsportalurin www.eg.fo
Ungdómsportalurin er til tey 12-18 ára gomlu, tó er eisini tilfar til vaksin á portalinum.
Ætlanin við portalinum er at
- lýsa evni sum hava áhugað millum ung.
- lýsa ungdómslív, við at lata tey ungu koma til orðanna
- lýsa tiltøk og tað, sum hendir á ungdómsøkinum
Tú & Eg ráðgevingin
Umvegis telefon, brævakassa og seinni eisini kjatt, kunnu børn og ung fáa ráðgeving. Tey kunnu ringja 80 70 10 ella umvegis www.eg.fo skriva eitt bræv ella kjatta við ein ráðgeva. Tað kostar einki at ringja, og børnini og tey ungu nýtast ikki at siga, hvørji tey eru, tá tey seta seg i samband við ráðgevingina.
Ráðgevararnir hava allir viðkomandi útbúgvingar og royndir við børnum og ungum. Ráðgevararnir eru anonymir, soleiðis at børn og ung trygt kunnu ringja til teirra.
Børn og ung kunnu venda sær til ráðgevingina við alskyns spurningum, trupulleikum ella evnum, tey hava tørv á at tosa við ein vaksnan um
Tað kann t.d. vera happing, einsemi, vinarlag, kærleiki, kynslív, hjúnarskilnaður hjá foredrum, sorg, kynsligur ágangur, harðskapur, rúsevnistrupuleikar, etingarólag og mangt annað
Eingin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur at ringja, skriva ella kjatta um.
Fyrireikan av verkætlanini
Ein stýrisbólkur hevur fyrireikað verkætlanina í samstarvi við Barnabata.
Í stýrisbólkinum eru:
Annlis Bjarkhamar (lærari), samskipari
Guðrun Hammer (samfelagsfrøðingur), ger barna- og ungdómsportalin
Guðrið Reinert Petersen (lærari), ábyrgd av undirvísingartilfarinum
Anna Elisabeth Iversen (sálarfrøðingur), ábyrgd av Tú& Eg ráðgevingini
Alice Simonsen(námsfrøðingur), ábyrgd av Tú & Eg ráðgevingini
Hesin stýrisbólkur fer at verða knýttur at verkætlanini komandi árið og ein av teirra uppgáva verður at finna ein leist fyri, hvussu verkætlanin kann halda áfram, tá verkætlanartíðarskeiðið er av 1. januar 2008.
Hevur tú spurningar, viðmerkingar o.a. til heimasíðuna ella verkætlanina sum heild
- skriva til okkara: vit@eg.fo